VIDEO: Sera torførar umstøður undir bjargingini

VIDEO: Sera torførar umstøður undir bjargingini
Manningin á bjargingartyrluni legði nógv fyri at bjarga teimum 14 monnunum av Kambi
07.02.2024 - 10:40

Sum sæst á stuttu upptøkuni, so vóru tað vóru sera torførar umstøður, tá tað eydnaðist manningini á bjargingartyrlan hjá Atlantic Helicopters at bjarga 14 monnum av Kambi í gjáramorgunin. 

Skipið lá á síðuni í sjónum í tungari aldu, og sum hoyrist á upptøkuni, so er nógvur vindur. 

Stutt eftir, at tann síðsti maðurin varð bjargaður, sakk Kambur. 

 

Liggur á 200 metra dýpi

Kambur liggur nú á umleið 200 metra dýpi, 17 fjórðingar í ein útsynning úr Føroyum. 

Leitað verður enn eftir monnunum, ið ikki eru komnir afturíaftur, og Brimil hevur leitað í alla nátt. 

Skiparin á Brimli, Elias Zachariasen, segði, at umstøðurnar at leita vóru versnaðar aftur, men at teir høvdu funnið ein neyðsendara hjá Kambi.

Annars var støðan óbroytt frá í gjár. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216