Betri atgongd til flogbóltin

Betri atgongd til flogbóltin
Nú verður lættari at fylgja føroyskum flogbólti. Nýggj talgild skipan við beinleiðis dagføringum, umfatandi hagtølum og vikuliði er sett í verk í bestu flogbóltsdeildunum
05.12.2023 - 10:00

Nú verður munandi lættari at fylgja við føroyskum flogbólti.

Gomlu pappírsdómararseðlarnir eru avloystir av talgildari hagtalsskipan, har tað eisini ber til at fylgja dystum beinleiðis. 

 - Hetta er ein skipan við dystaryvirlitum, leikarayvirlitum, flogbóltshagtølum og livesccore, har tú kanst síggja beinleiðis, sigur formaðurin í flogbóltssambandinum, Peter Holm.

 - Tað, sum skipanin í høvuðsheitum ger fyri brúkaran, tey sum hyggja, spælarar og áskoðarar, er, at tú nú kemur at síggja statistikk. Hvussu eru leikararnir fyri? Hvørjir eru teir bestu spælararnir á ymsu plássunum? Hvussu hava teir klára seg í dystunum? Tað kann jú vera ymiskt frá dysti til dyst. So tað, sum er mest slóðbrótandi við hesum er, at tú fært fakta burturúr skipanini, sigur Guðrun L. Joensen úr Flogbóltssambandinum.

Tað er ein sponsk fyritøka, sum ger hagtølini fyri FBF, og skipanin er fíggjað av seldum veddingarrættindum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418