Við til dopingeftirlit

Við til dopingeftirlit
Vár Guriardóttir Hansen var ein av lyftarunum, sum skuldi lata dopingroynd, tá eftirlitsfólk frá Anti Doping Føroyar vóru til styrkikapping í Havn um vikuskiftið
28.11.2023 - 10:52

 - Tað er aldrin skeg, men eg eri bara glað fyri, at tey eru her.

Vár Guriardóttir Hansen var ein av seks lyftarum, sum skuldu lata dopingroynd, tá eftirlitsfólk vitjaðu styrkikapping í Havn um vikuskiftið. 

Hon fegnast um antidoping arbeiðið, hóast tað kann vera óhugaligt at valdur út til dopingroynd.

 - Beint eftir, at tú hevur gjørt síðsta lyft, verður tú tikin til síðis. Ein fylgir tær, so tú ikki sleppur at gera nakað, og so skalt tú pissa í ein kopp, áðrenn tú sjálv skalt stoyta tað í, testa tað og pakka tað væl inn, so eingin kann gera nakað við royndina, greiðir hon frá.

Anti Doping Føroyar hevur ábyrgdina fyri antidoping-arbeiðnum í Føroyum, og ímillum 40 og 50 royndir verða tiknar um árið.

 - Tað verður so fordeilt yvir fleiri ítróttagreinar. Tað eru nakrar, sum mann ikki testar so øgiliga nógv, meðan mann hyggur kanska meir eftir øðrum ítróttagreinum, sigur Jarvin Feilberg Hansen frá Anti Doping Føroyum frá.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216