SÍ fremst saman við ÍF og Mjølni

SÍ fremst saman við ÍF og Mjølni
Við 3-0 heimasigri á Fleyr vunnu sørvingar seg upp undir liðina á ÍF og Mjølni í oddinum í Føroya Tele-deildini við monnum. Øll trý stigini hava nú sjey stig
09.11.2023 - 15:51

Høllin í Sørvági (Føroya Tele-deildin, menn)
SÍ – Fleyr 3-0 (25-22, 25-20, 25-22)

Sí vann 3-0 á Fleyr mikukvøldið, og við heimasigrinum vunnu sørvingar seg upp undir liðina á ÍF og Mjølni í oddinum av Føroya Tele-deildini.

Øll trý oddaliðini hava nú sjey stig, meðan Ternan og Fleyr einki stig hava fingið enn.

Í Føroya Tele-deildini við kvinnum er stórur spenningur í oddinum. Dráttur er fremst við átta stigum, FLeyr hevur sjey stig og KÍF og TB hava seks stig. SÍ og Mjølnir hava trý stig í part, og Ternan er niðast við ongum stigi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Góðan morgun Føroyar
174497
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418