Annika og Oliver fyri fyrstu ferð

Annika og Oliver fyri fyrstu ferð
Tvey nýggj andlit vóru á sigursskamlinum í vetrarkappingini hesa ferð. Bæði eru úr Bragdinum, og bæði vunnu sína allar fyrstu vetrarkapping, tá runnið varð runt Agnið
07.11.2023 - 11:02

Bæði Oliver Granhøj og Annika Thomsen vunnu teinin runt Agnið fyri fyrstu ferð, tá vetrarkappingin varð skotin í gongd leygardagin.

Rógvi Kárason var mestsum einaráðandi farna vetur, men eftir hjartaskurðviðgerð fyri kortum, var ikki vist, at hann var í bestu venjing, og tað vísti seg skjótt, at Oliver Granhøj var stinnari á degnum.

Hann fór frá Rógva Kárason og tveimum øðrum, tá mótbrekkan byrjaði eftir rundkoyringina í Runavík, og endin var, at hann vann sannførandi við tíðini 37.05.6, 40 sekund frammanfyri liðfelagan úr Bragdinum.

 - Tað plagar at vera Rógvi, sum vinnur, men tað var tað so ikki í dag, staðfesti, Oliver Granhøj.

Hjá kvinnum legði Annika Thomsen úr Bragdinum seg fremst alt fyri eitt, og hon vann eisini í síni fyrstu vetrarkapping yvirhøvur við tíðini 47,06,2 frammanfyri Lydiu í Lambanum úr Roysnið.

 - Eg havi í roynd og veru ikki runnið upp til nakra kapping, men eg haldi, at hetta hevur givið mær blóð upp á tonnina, segði Annika Thomsen.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV