Føroyskur flogbóltur í Evropa fyri fyrstu ferð

Føroyskur flogbóltur í Evropa fyri fyrstu ferð
Klaksvíkingar fara at gera tað, teir kunnu, sigur Mjølnir-venjaran undan Challenge Cup-dystinum ímóti Limax, og formaðurin sigur, at tíðin var komin til nýggjar avbjóðingar
24.10.2023 - 16:02

Mikukvøldið taka menninir hjá Mjølni ímóti hollendska liðnum, Limax, í Challenge Cup.

Hetta er fyrsta ferðin, at eitt føroyskt flogbóltsfelag roynir seg í evropeiskari kapping, og hóast mótstøðan er stór, fara klaksvíkingar at gera sítt til at geva heimaviðhaldsfólkunum ein góðan dyst í Badmintonhøllini.

 - Vit fara heilt sikkurt at spæla okkara kjans, væl vitandi at mótstøðan er øgiliga, sigur venjarin hjá Mjølni, John Syderbø.

Formaðurin, Jóhann Lützen, heldur, at nú er tíðin komin til nýggjar avbjóðingar, tí mansliðið hevur vunnið fimm meistaraheiti og fýra steypasigrar seinastu fimm árini. 

 - Vit hava allatíðina roynt at seta nakrar gularótur frammanfyri hesar spælararnar, so teir kunnu varðveita motivatiónina, sigur Jóhann Lütze. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Góðan morgun Føroyar
174497
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418