VIDEO: Dania pakkar fløgur inn

VIDEO: Dania pakkar fløgur inn
"Fólk vilja enn ogna sær fløgur," sigur Dania O. Tausen, tónlistakvinna, sum fríggjadagin gevur út sína aðru heildarútgávu, ið verður at fáa sum bæði pláta og fløga
12.09.2023 - 13:38

Dania O. Tausen, tónlistakvinna, hevur úr at gera í hesum døgum. 

Fríggjadagin gevur hon út sína aðru heildarútgávu, "ja/nei - og restin av vikuni", sum verður at fáa sum bæði pláta og fløga. 

"Nógv fólk vilja enn ogna sær fløgur," sigur Dania, sum hevur valt at pakka fløgurnar inn sjálv sum smáar matpakkar. 


Dania O. Tausen, tónlistakvinna, pakkar fløgur inn í bakipappír

 

Útgávukonsert og LEITISSTEIN

Dania O. Tausen hevur prentað 300 plátur og 200 fløgur av "ja/nei - og restin av vikuni". 

Fríggjakvøldið hevur Dania stóra útgávukonsert í Norðlandahúsinum við bólki, gestasangarum og kvinnukórinum Cantabile.

 

Men longu í kvøld klokkan 21 er Dania O. Tausen gestur í sendingini LEITISSTEIN í útvarpinum, har nýggja plátan "ja/nei - og restin av vikuni" er evnið. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Nýggjastu sendingar í SV