Bogaskjúttarnir endaðu við tveimum bronsum

bannari
Bogaskjúttarnir endaðu við tveimum bronsum
Føroysku bogaskjúttarnir fingu triðja plássið í liðkappingini í bæði recurve og compound á teirra síðsta kappingardegi
13.07.2023 - 15:05

Føroyar fingu tver ferðir triðja pláss í liðkappingini í bogaskjóting fyrr í dag.

Liðið í recurve var mannað av Hans Peturi Højgaard, Sólgerð Henriksen og Hans Boga Ellefsen. Tey trý kundu trygga sær finalupláss við síðsta pílinum í hálvfinaluni, men tá tað ikki eydnaðist gjørdu tey í staðin bart í bronsudystinum.

Nikkel Petersen, Helena við Misá og Jóannes Poulsen á compound-liðnum hittu stórfavorittarnar av Jersey í hálvfinaluni, og tey taptu greitt. Í bronsudystinum skutu tey sera væl, og vunnu trygt.

Tey vóru glað fyri at fáa ein frídag í morgin, og vóru sum heild væl nøgd við avrikið í Guernsey.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Leygardag 11. mai
Upp á tá - 100524
174925
Leygardag 11. mai
Vikan 11. mai 2024
174917
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843