- Eg kann geva vitanina víðari

bannari
- Eg kann geva vitanina víðari
Sigur okkara fremsti súkklari Torkil Veyhe, sum er við á oyggjaleikum hóast givin sum yrkissúkklari.
11.07.2023 - 10:31

Torkil Veyhe súkklar framvegis, men í dag er tað meira ein terapi fyri hann enn ein kapping við aðrar súkklarar. 

Hann er 33 ára gamal og arbeiðir sum sivilverkfrøðingur. Men fyri heilt fáum árum síðani stevndi hann móti oddinum sum súkklari. 

Hann var eitt føroyskt stjørnuskot, sum setti sær mál og vann Føroyum fleiri oyggjaleikaheiðursmerki. 

 

Yrkisleiðin er av

Hann hevur súkklað fyri fleiri donsk yrkislið. Hann umboðaði danska súkklulandsliðið til PostNord Danmark Rundt og luttók eisini til EM. 

Vit sóu hann seinast til Oyggjaleikirnar í Gibraltar í 2019. Várið eftir teir leikirnar brast korona á, og sum øll vita, so avmarkaði tað kappingar um allan knøttin. 

Soleiðis var eisini hjá Torkil og teimum. Teir vistu ikki hvørjar kappingar fóru at vera, og trupult var at fáa yrkisleiðina at hanga saman. 



Torkil hevði tá fingið børn, og ein yrkisleið stóð og bíðaði eftir sær. 

Avgerðin um at gevast var tá vorðin búgvin at taka, og fremsti føroyski súkklarin takkaði fyri seg sum yrkissúkklari. 



Eg kann geva vitanina víðari

Súkkling er ein sera teknisk ítróttargrein. Tað sær kanska einfalt út við einari súkklu og súkkluhjálmi, men so er ikki. 

Skalt tú klára teg væl sum súkklari, er neyðugt at hava góða útgerð. Somuleiðis er eisini neyðugt at tú fyrireikar teg væl.

 

Eitt er hvussu væl tú orkar at trakka á súkklini, men eitt annað eru umstøðurnar annars, sum gera sína ávirkan á úrslitið á kappingardegnum. 

Tað er serliga vindurin sum krevur nakað av útrokning. Tú skalt vita nær tú brúkar nógva orku og nær tú sparir uppá hana. 

Tú skalt gera teg so lættan og smalan, at vindurin fer framvið tær meðan tú súkklari við fullarið ferð. 


Torkil hevur eina ørgrynnu av vitan, og hevur ein seráhuga í øllum smálutum innan súkkling. Tað er ikki heilt av tilvild, at hann er verkfrøðingur. 

 

Glaður fyri at vera við

Í mars mánaði visti Torkil, at hann fór at geva eitt sprell til oyggjaleikirnar í Guernsey. 
Ta avgerðina eru liðfelagirnir glaðir fyri. Torkil vil sera fegin deila ta vitan víðari, sum hann hevur fingið sum yrkissúkklari. Um tað kann gagna øðrum súkklarum, sum ætla sær nakað størri, er tað bara gott, sigur Torkil Veyhe. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Leygardag 11. mai
Upp á tá - 100524
174925
Leygardag 11. mai
Vikan 11. mai 2024
174917
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843