Eftir gull og oyggjaleikamet: - Hetta er alt fyri mammu mína

bannari
Eftir gull og oyggjaleikamet: - Hetta er alt fyri mammu mína
Gull á 400 metrum við nýggjum oyggjaleikameti. Jónas Isaksen, sum misti mammu sína fyri júst einum ári síðan, mintist til hennara eftir frálíka sigurin. - Vit bæði renna saman
11.07.2023 - 00:21

Jónas Isaksen mintist til mammu sína, sum hann misti fyri einum ári síðan, eftir stórfingna sigurin á 400 metrum í Guernsey.

 - Tað er tað, sum eg hugsi, meðan eg renni. Vit bæði renna saman, segði stjørnuskotið úr Bragdinum.

Og hann rann, sum hann ikk hevur runnið fyrr. Eftir fyrstu hundrað metrarnar hevði hann lagt allar hinar afturum seg, men hann visti, at hóttanin var á veg.

Cameron Chalmers úr Guernsey hevur fyrr runnið 400 metrar upp á minni enn 46 sekund, og hann nærkaðist, tá mállinjan hómaðist.

 - Eg visti, at eg skuldi bara klára at halda hann aftanfyri meg. Eg leggi hart út, og so á eg bara prøva at halda honum, men eg føldi hann í nakkanum, men eg orkaði betur enn hann til endans, segði Jónas Isaksen.

Vinnaratíðin var 46.02 sekund. Ein tíð, sum gullvinnarin ikki hevur torað at droymt um.

 - Eg væntaði at koma niður um 47, men ongantíð at koma nær við 46. Hatta var ræðuliga gott, segði rennarin.


Jónas Isaksen við gullinum og Merkinum eftir órúligan sigur og tíð á 400 metrum. MYND: Dánial Olsen
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860