Rajko í 20 ár: Nú takkar hann fyri seg í SÍ

Rajko í 20 ár: Nú takkar hann fyri seg í SÍ
Rajko Petrovic kom til SÍ í 2001, og síðan hevur hann staðið á síðulinjuni hjá mans- kvinnu- og ungdómsliðum hjá sørvingum í fleiri enn 200 finalum. Nú takkar serbin fyri seg
01.05.2023 - 20:54

Um vikuskiftið vann SÍ enn eitt FM-heiti.

Einki óvanligt er í tí, og eins og óteljandi ferðir fyrr, stóð venjarin, Rajko Petrovic á odda. Men hetta var síðstu ferð - í hvussu er fyribils, tí eftir meir enn 200 finalur takkar serbin fyri seg.

 - 20 ár í sama starvi er long tíð, og nú eri eg troyttur, sigur Rajko Petrovic.

Nú skal SÍ finna ein avloysara.

 - Hetta verður nakað heilt nýtt fyri okkum. Vit eru von við, at tá vit fyrireika eitt kappingarár, er Rajko ein sjálvfylgiligur partur av tí, og tað er ikki nú, sigur Hanna Helena Weihe Simonsen, nevndarlimur.


Hava ment seg saman

Síðan Rajko Petrovic kom til Føroya, hevur SÍ ment seg nógv, og sambært venjaranum sjálvum, var finalan um vikuskiftið nummar 202.

 - Tað hevur kravt hart arbeiði, og eg eri errin av SÍ og øllum spælarunum, sum hava verið her ígjøgnum árini, sigur Rajko Petrovic.

 - Men eg má erliga viðganga, at eg eisini eri errin av mínum avriki, og teimum úrslitum, sum vit hava fingið saman. Tú kanst siga, at SÍ og eg eru vaksin upp saman. Nú eru vit besta felagið - ikki bert í løtuni, men eisini, sum vit líta aftur í tíð.

Í Sørvági eru tey greið yvir, hvønn týdning Rajko Petrovic hevur havt.

 - Hann hevur alt at siga fyri SÍ. Allir teir spælararnir, sum vit hava nú, hevur hann vant, síðan teir vóru børn... Hann hevur lært tey alt, sum tey duga og í roynd og veru eisini okkum sum nevnd, sigur Hanna Helena Weihe Simonsen.


Aftur til heimlandið

Nú fer Rajko Petrovic aftur til Serbia. Hann skal venja eitt lið í heimlandinum. Fyribils er talan um eitt ár, og familjan, sum trívist væl í Føroyum, verður verandi. 

 - Vit fáa at síggja, hvussu tað fer at hilnast. Eg gevist ikki í flogbólti, eg havi bara tørv á einum steðgi frá Føroyum. Børnini ganga í skúla her, og kona mín hevur arbeiði, sigur Rajko Petrovic.

 - Eg tori ikki at lova, at eg yvirlivi í eitt heilt ár, men tað er so ætlanin, smílist nú fyrrverandi SÍ-nevndin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216