VIDEO: Lyra vann Easter Cup

VIDEO: Lyra vann Easter Cup
Kvinnuliðið í estetiskum fimleiki hjá Ljósinum, Lyra, vann um vikuskiftið altjóða kappingina, Easter Cup, í Danmark, har nógv føroysk lið í fleiri aldursbólkum vóru við
11.04.2023 - 14:14

Lyra vann um vikuskiftið altjóða kappingina í estetiskum fimleiki, Easter Cup.

Kvinnurnar hjá Ljósinum vunnu á tveimum donskum og einum finskum liðið. Munurin ímillum Lyru og finska liðið, Sole, var ikki stórur, men føroyingarnir høvdu munin báðar dagarnar. 

Tær vunnu við tilsamans 44.983 stigum ímóti 44.649, sum finska liðið fekk.

Unglingaliðið hjá Støkk, Rósan, vann bronsu aftanfyri tvey krútsterk finsk lið. Rósan fekk 44.433 stig, meðan besta liðið, Gloria Jr. fekk 49.099.

Pinkurnar hjá Havnar Fimleikafelag, Nora, vunnu sína kapping ímóti trimum donskum liðum, meðan smágenturnar úr Ljósinum, Norma, fingu silvur.

Tilsamans átta føroysk lið vóru við í kappingini, sum er liður í fyrireikingunum til FM í estetiskum fimleiki, sum verður fyrst í mai.

Serian hjá Lyru kann síggjast omanfyri

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Nýggjastu sendingar í SV