Hulda Meliora yvirhálaði Lyru

Hulda Meliora yvirhálaði Lyru
Hulda Meliora hjá Havnar Fimleikafelag vann seinnu steypakappingina í estetiskum fimleiki, og yvirhálaði Lyru úr Ljósinum í spennandi tvídysti millum tvey roynd kvinnulið
13.03.2023 - 16:38

Hulda Meliora vann seinnu steypakappingina í estetiskum fimleiki, og við sigrinum yvirhálaðu kvinnurnar úr Havnar Fimleikafelag Lyru úr Ljósinum, og vunnu samanlagdan sigur í steypakappingini.

Hulda Meliora, sum endaði nummar tvey í fyrru steypakappingini, vann á degnum við 21,97 stigum og fekk tilsamans 44,35. Lyra fekk 21,33 stig á degnum og 43,90 samanlagt.

Triðja liðið í kappingina var Hulda hjá HF, sum eins og seinast endaði á triðja plássi.

Fyri framman liggur kappingin um Føroyameistaraheitið, sum verður 6. mai, og lítli munurin millum tvey tey ovastu bendir á, at alt kann henda.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Nýggjastu sendingar í SV