Fyrsta hálvfinalan hjá toftakvinnum

Fyrsta hálvfinalan hjá toftakvinnum
Stórur spenningur var, tá ið Ternan skuldi spæla sína fyrstu hálvfinalu í steypakappingini, og nógv fólk fór av húsi. Vit vóru við í bussinum av Toftum til Klaksvíkar
20.02.2023 - 14:03

Fólk fór av húsið á Toftum leygardagin, tá Ternan spældi hálfinalu í steypakappingini í flogbólti.

Hóast spenningurin ikki vardi longur enn til eitt sett, er hálvfinaluplássið hjá Ternuni tekin um, at felagið aftur er á veg fram.

 - Eg haldi, at mann merkir, at fólk byrja at síggja flogbóltin og blíva eitt sindur áhugað í honum, sigur liðskiparin, Alexandra Østerø Kjeld.

Katrin Olsen, nevndarlimur og fyrrverandi flogbóltsspælari, sigur, at tað hevur stóran týdning fyri felagið at vera í fremstu røð - ikki minst tá tað hevur hálvfinalur og annað spennandi við sær.

 - Tað er stuttligt at vera har, tað er stuttligt at spæla. Fyri býin er tað eisini stuttligt at hava eitt lið, sum kann vera við í toppinum. Vit høvdu føðingardag fyri kortum, og borgarstjórin kom við flottari gávu, so vit kenna okkum vird nú, sigur hon.

Fleiri ungir spælarar eru á liðnum hjá Ternuni, men nakrir royndir spælarar - millum annað fyrrverandi landsliðsspælararnir, Sofía Purkhús Splidt og Birgit Guttesen - eru komnir afturat.

 - Tær eru líkasum kjarnan í liðnum, og annars kempa hinar alt tað, tær kunnu og royna at vísa, hvat vit hava at bjóða, sigur Alexandra Østerø Kjeld.

Liðskiparin heldur, at avgerðin um at spæla í meistaradeildini í ár, hevur lyft liðið og flogbóltin á Toftum, hóast avbjóðingin í bestu deildini er stór.

Framtíðin sær eisini gott út. Ternan hevur 150 limir, og felagið hevur lið í øllum aldursbólkum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Uttanduraguðstænasta, Ovari vøllur
175310
Mánadag 20. mai
Andaktin
175305
Mánadag 20. mai
Andaktin
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283