Lyra vann javna kapping millum endurreist kvinnulið

Lyra vann javna kapping millum endurreist kvinnulið
Í fjør var einki kvinnulið við í estetisku fimleikakappingunum, men í ár eru tey trý. Kappingin var hørð ímillum vinnaran Lyru úr Ljósinum og Huldu Meliora úr HF
30.01.2023 - 12:31

Lyra úr Ljósinum vann fyrru steypakappingina í estetiskum fimleiki í harðari kapping við Huldu Meliora úr Havnar Fimleikafelag.

Nummar trý varð Hulda, eisini úr HF.

 - Øll eru øgiliga dugnalig og liggja nøkulunda á sama stigi, soleiðis at skilja at hetta eru íðkarar, sum júst eru byrjaðir aftur, sigur Hildur Sundberg Eliasen.

Lyra fekk 22.57 stig, meðan Hulda Meliora fekk 22.38 stig, og tí skal Hulda Meliora vinna 0.19 stig inn aftur til seinnu steypakappingina 11. mars.

 - Vit eru nýggju á gólvinum, sum ger at vit fylla nógv, og tí hava vit lyndi til at krasja nokkso illa ígjøgnum seriuna. So tað er serliga framførslan, sum vit fara at arbeiða við, sigur Ásvør Lognberg úr Huldu Meliora.

Øll trý liðini, sum kappast hjá kvinnum, eru endurreist eftir styttri og longri steðg, og tí er spenningur aftur í kvinnudeildini, sum í fjør einki veruligt lið hevði.

 - Tað er ordiliga stuttligt. Tað er meira motiverandi, og tað er nógv stuttligari at vera í høllini til kapping, sigur Ásvør Lognberg.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Nýggjastu sendingar í SV