Landsliðsvenjarin fegnast um góðu DM-úrslit

Landsliðsvenjarin fegnast um góðu DM-úrslit
Landsliðsvenjarin í inniróðri, Sarita Kristina Hansen, fegnast um góðu úrslitini, sum ungu føroysku rógvararnir fingu í danmarksmeistarakappingini, sum var um vikuskiftið
23.01.2023 - 14:10

Teir 11 rógvararnir, sum mannaðu ungdómslandsliðið í danmarksmeistarakappingini í inniróðri um vikuskiftið, vunnu ikki færri enn 13 heiðursmerki, meðan teir eldru rógvararnir vunnu seks.

Landsliðsvenjarin fegnast um, hvussu væl føroyingarnir stóðu seg í Gladsaxe.

 - Teir hava bæði vunnið kappingar og sett persónlig met, og fingið silvur og bronsu, so vit eru ógvuliga væl nøgd, sigur Sarita Kristina Hansen, sum sjálv varð danskur meistari á bæði 500 og 2000 metra teinunum í lættvekt í 30+ Masters.


Kappingin lopfjøl til størri mál

Sarita Kristina Hansen var sett sum landsliðsvenjari í fjør, og hetta er fyrsta ungdómslandsliðið, sum hon hevur tikið út. 

 - Hetta er ein menningarverkætlan, sum vit hava sett í gongd, tí vit vita, at vit hava nógvar ótrúliga góðar innirógvarar í Føroyum, greiðir landsliðsvenjarin frá.

 - Vit fara avstað við ungum rógvarum, og tað ber boð um, at vit hugsa, at hesi eru framtíðin, sum vit vónandi skulu byggja á.

Sarita Kristina Hansen nevnir Sverra Sandberg Nielsen sum eina fyrimynd fyri ungar føroyskar rógvarar. Hon vónar, at arbeiðið við ungdómslandsliðnum kann eggja teimum ungu at røkka somu málum sum miðvingurin.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV