Teldusníkar lupu á Effo

Teldusníkar lupu á Effo
Herfyri løgdu teldusníkar bókhaldsskipanina hjá EFFO lamna
28.10.2022 - 17:55

Mikudag høvdu tey sitið og umrøtt KT trygdina á høvuðsskrivstovuni hjá Effo. Niðurstøðan var, at alt var í lagi, og tey vóru trygg.

Men fríggjamorgun var veruleikin ein annar.

Álopið stogdi bókhaldsskipanina hjá Effo, og hevði eisini við sær, at sølubúirnar vóru óvirknar í nakrar tímar. Men serliga var tað høvuðsskrivstovan, ið fekk trupulleikar.

Og so var stóra avbjóðingin at fáa skipanina at virka aftur.

Tey hildu, at trygdin var í lagi. Men kortini vóru tey álopin. Spurningurin er tí, um fyritøkan í veruleikanum hevði tryggjað seg nóg væl.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216