Valið ávirkar gerandisdagin á eftirskúla

Valið ávirkar gerandisdagin á eftirskúla
Val og politikkur er á tímatalvuni hjá Eftirskúlanum Rásini í Saltangará, nú fólkatingsval er á skránni
25.10.2022 - 16:58

Tað er ymiskt, sum næmingarnir vita um politikk á eftirskúlanum Rásini í Saltangará.

Á skúlanum nýta tey hattar í undirvísingini. Tann reyði hatturin merkir, at tað eru onnur, ið taka avgerðir, tann guli, at fólk í felag taka avgerðir, meðan tann grøni merkir, at tá kann ein sjálv/ur taka avgerð.

Nakrir av næmingunum fara á val, men teir hava ikki allir gjørt av enn, hvar krossurin skal setast.

- Fyri skúlan er tað týdningarmikið at læra næmingarnar um samfelagsviðurskifti, millum annað um val, sigur Beinta Persdóttir Joensen, leiðari á skúlanum.

Skúlin ger nógv burtur úr valdegnum og koyrir næmingar á valstaðið, um teir ynskja at fara á val.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444