Sverri tekur enn eitt tak

Sverri tekur enn eitt tak
Sverri Sandberg Nielsen er farin aftur í einskullaran, og málið er greitt; heiðursmerki á Olympisku leikunum í París í 2024. Men hesa ferð vil hann njóta tað meir enn seinast
26.09.2022 - 18:53

Sverri Sandberg Nielsen er aftur í einskullaranum, og málið er greitt.

 - Eg veit ikki, um eg skal byrja at tosa um heiðursmerki beinanvegin, men eg komi so ikki aftur, uttan at royna at náa tað sama, sum eg gjørdi, áðrenn eg steðgaði, sigur Sverri Sandberg Nielsen.

Hann venur nú fram ímóti Olympisku leikunum í París, sum verða á sumri í 2024.

Vónbrotið í Tokio
Flestu føroyingar minnast róðurin í Tokio, tá miðvingurin var brotpartar av einum sekundi frá bronsuheiðursmerkinum, eftir at hann var á odda stóran part av teimum 2000 metrunum.

Tá kunngjørdi Sverri Sandberg Nielsen, at hann gavst við rógvingini. 

Ta avgerðina endurskoðaði hann kortini skjótt eftir, og avgjørdi at útseta endaligu avgerðina í eitt ár. Nú hevur hann so tikið støðu.

 - Eg byrjaði at føla meg fram fyri umleið einum ári síðan, um eg hevði hug til hetta, bæði um eg kroppsliga og sálarliga var har, sum er neyðugt, um eg skal gera hetta, greiður rógvarin frá.

 - Tað er so komi hartil, at hetta kennist fínt, og eg havi gott mót og motivatiónin er góð, so hví ikki bara royna einaferð afturat.

Vil njóta tað meir
Sverri Sandberg Nielsen ger einki hálvt - tað er yrkisleið hansara higartil greið ábending um - og hann venur nú aftur við fullari ferð. Næsta ár, fer hann at leggja alt annað enn árina frá sær.

Eitt er kortini øðrvísi hesaferð.

 - Tað er hetta her við, at úrslitið ikki verður altavgerandi. Hetta er ein tilgongd, og meir eg kann slappa av í henni, meira kann eg njóta, at eg kann gera hetta, sigur miðvingurin.


Sverri Sandberg Nielsen tekur nú enn eitt tak í einskullararum, og málið er París 2024

 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216