Hugtakandi veggjamálningur av Ólavi Riddararós klárur at lita ólavsøkuna

Hugtakandi veggjamálningur av Ólavi Riddararós klárur at lita ólavsøkuna
VIDEO: Listamaðurin Heiðrikur á Heygum gleðir seg til at vísa ólavsøkugestunum nýggja veggjamálningin hjá sær á Finsen av kvæðinum um Ólav Riddararós
27.07.2022 - 16:46

Hon skonkti honum í drykkjuhorn, har fór í tað eiturkorn.

(23. ørindi í Ólavi Riddararós)

Havnin er vorðin eitt sindur litríkari, nú fólk úr øllum landinum koma til høvuðsstaðin av hátíðarhalda ólavsøkuna. 

Fjøllistamaðurin, Heiðrikur á Heygum, hevur málað eitt ørindi úr kvæðinum um Ólav Riddarrós á ein húsvegg á studentagarðinum Finsen í Havn. 

Finsen, ið er gamli Kommunuskúlin, verður í ár aftur karmur um ein part av tivolinum á ólavsøku, tí hoppiborgirnar hjá Tórshavnar ítróttarráði fara at standa í garðinum. 

Barnafamiljur og onnur, ið fara framvið í Finsensgarði, kunnu tískil gleða seg til at njóta vakra veggjamálningin, sum Heiðrikur á Heygum júst hevur málað. 

"Hetta er útilist og er tískil ikki nakað, ið skal inn á ein listaskála at hanga. Tí veit mann, at tað er nakað, ið ferst yvir tíð. Tað ger, at mann verður ikki keddur, um onkur sproytar graffiti út yvir listaverkið, ella at tað verður veðurbart við tíðini. Tað er ein partur av útilistini," hugleiðir Heiðrik á Heygum. 

Sí videobrotið ovast í greinini, har Alisa Stephansdóttir Myllhamar Mølvig, starvsnæmingur, prátar við Heiðrik á Heygum um nýggja listaverkið í miðbýnum í Havn. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216