Jarnbardur einaráðandi - Jannie ein sigur frá nummar 100

Jarnbardur einaráðandi - Jannie ein sigur frá nummar 100
Við Jannie Dam Jacobsen við róðrið, vann Jarnbardur sína fjórðu stevnu á rað. Á fjarðastevnu um fjúrtan dagar, kann roynda róðurskvinnan vinna sín róður nummar hundrað
27.06.2022 - 15:41

Tær eru knáar umborð á Jarnbardi, men ungar eru tær ikki.

 - Miðalaldurin er 38, og allar uttan ein hava aldur at rógva við old girls, sigur Sonja í Hoyvík á Jarnbardi.

 - Og so eru eisini 10 børn umborð.

Men aldurin er eingin forðing. Jarnbardur vann aftur á jóansøku og tryggjaði sær fult stigatal fjórða róðurin á rað.

Sigurin var nummar 99 hjá royndu róðurskvinnuni, Jannie Dam Jacobsen, sum kann taka nummar 100 á fjarðastevnu um tvær vikur.

 - Vit vóna, at hon fær nummar hundrað næstu ferð, sigur Sonja í Hoyvík, sum heldur, at Jannie Dam Jacobsen man vera hitt besta róðursfólki í Føroyum.

Froðbingur roynir at bjóða av

Í fjør vunnu tær FM-heitið við Firvaldi, men í ár hava tær á Froðbingi rent seg inn í eina ta mest vinnandi manningina síðstu nógvu árini.

 - Tað er bara at herja á. Vit hava gjørt alt tað, sum vit kunnu, vit venja hart, og tað fara vit at halda fram við, sigur Barbara Tausen á Froðbingi, sum er endaður á øðrum plássi hvørja ferð. 

Tað eru tær ikki nøgdar við, og fara at royna at vinna minst eina av teimum trimum stevnunum, sum eru eftir í ár.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216