Ovurfegnar Bjallur vunnu føroyameistaraheitið

Ovurfegnar Bjallur vunnu føroyameistaraheitið
Unglingaliðið við kvinnum hjá Havnar Fimleikafelag, Bjalla, vann um vikuskiftið FM í estetiskum fimleiki, eftir at hava verið næstbest í nógv ár
09.05.2022 - 18:14

Bjalla, unglingaliðið hjá Havnar Fimleikafelag, vann sunnudagin føroyameistaraheitið í estetiskum fimleiki. 

Liðið úr HF hevur í nógv ár verið næstbest, meðan Rósan hjá Støkk sum oftast er farin avstað við gullinum. Í báðum steypakappingunum fyrr í ár, var Rósan eisini omaná.

Hesa ferð eydnaðist loksins hjá Bjallu, og bæði venjarar og íðkarar vóru ovurfegnir.

 - Tað kennist fantastiskt endiliga at vinna, sigur venjarin, Birita Ingadóttir. 

 - Tað ber ikki til at lýsa hetta. Hetta gevur okkum eitt stórt boost, og nú tíma vit heilt sikkurt at halda fram, tí tað, sum vit hava gjørt nú, riggar, sigur venjarin úr HF.

Eftir seinnu steypakappingina, har munurin á kappingarneytunum báðum ikki var stórur, hava kvinnurnar úr Bjallu gjørt neyðugu broytingarnar og vant hart, og tað gav úrslit í høllini á Hálsi um vikuskiftið.

Nú fer Bjalla at fyrireika seg til Challenge Cup-kappingina, sum verður í Finlandi í juni.

Klaksvíkingar væl nøgdir 

Klaksvíkar Fimleikafelag hevur í ár havt lið við í estetiskum fimleiki fyri fyrstu ferð. Aura, sum kappast hjá pinkum, vann bronsu í FM-kappingini um vikuskiftið.

 - Vit eru sera ernar, siga Jancy Kalsø og Fía Heinesen úr Klaksvíkar Fimleikafelag. 

 - Tað var málið, so vit hava tað, sum um vit hava vunnið gull.

Nú vóna tær, at virksemið hjá felagnum í estetiskum fimleiki fer av økjast næsta kappingarár.

 - Tað vóna vit. Tað er ein kampur at finna venjarar, men áhugin er ordiliga stórur hjá okkara núverandi venjara og ikki minst hjá íðkarunum, siga tær.


Pinkurnar hjá Klaksvíkar Fimleikafelag, Aura, á gólvinum til FM-kappingina


 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216