- Tað hevði ikki riggað, um eg royndi at tosa føroyskt í Trom

- Tað hevði ikki riggað, um eg royndi at tosa føroyskt í Trom
Føroyskt er torført at læra. Tú hevði hoyrt beinanvegin, at eg ikki eri føroyingur, sigur Ulrich Thomsen, sum í Trom spælir Hannis Martinsson, ið tosar danskt.
11.02.2022 - 13:00

Í bókunum hjá Jógvani Isaksen er høvuðleikarin Hannis Martinsson føroyingur og tosar føroyskt.

Í filmsrøðiniTrom, sum byggir á somu bøkur, er sami leiklutur hálvur danskari og tosar danskt.

Orsøkin er fyrst og fremst Ulrich Thomsen, sum spælir høvuðsleiklutin.

 - Eg skuldi upprunaliga tosa føroyskt. Men Føroyskt er torført at læra. Tú hevði hoyrt beinanvegin, at eg ikki eri føroyingur, sigur Ulrich Thomsen.

Ístaðin hava tey verið kreativ.

Hannis Martinsson er vorðin hálvur danskari, er rýmdur úr Føroyum og skal hava búð í Danmark meginpartin av lívinum, og noktar at tosa føroyskt, nú hann kemur aftur.

Ulrich Thomsen er væl nøgdur við loysnina. Og hann er væl nøgdur við leiklutin, sum tó er lagdur í eina fasta rammu, sum leiklutir í slíkum krimi-røðum ofta eru.

Danski sjónleikarin treivst væl í Føroyum mánaðirnar, ið upptøkurnar fóru fram; og hann vónar at vera við, tá/um nýggir partar av Trom verða framleiddir.

Sí alla sendingina Lyst 49

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867
Hósdag 30. mai
Sært tú fuglin? (2:3)
175831