Olaf Johannessen er spentastur at vita, hvussu føroyingar taka ímóti Trom

Olaf Johannessen er spentastur at vita, hvussu føroyingar taka ímóti Trom
Lyst hevur prátað við Olaf Johannessen um Mentanarvirðisløn Landsins, listaboykottið móti Tjóðpallinum og um Trom, har hann hevur leiklutin sum Ragnar í Rong.
11.02.2022 - 10:48

Tá Trom verður leyslatið á Viaplay sunnudagin, fer Olaf Johannessen at sita har heima í stovuni og hyggja afturvið einum glasi av víni.

Hann er serliga spentur at vita, hvussu føroyingar taka ímóti filmsrøðini.

 - Føroyar eru fullar av góðum søgum. Hetta er fyrsta stóra professionella framleiðsla av føroyskari søgu, sigur føroyski sjónleikarin, sum hevur búð í Danmark meginpartin av sínum lívi.

Olaf Johannessen hevur leiklutin sum Ragnar í Rong, ið er reiðari og samkomuleiðari í filmsrøðini.

 - Hann er eisini eitt menniskja. Og íblásturin er ikki frá einum ávísum føroyingi; men fleiri ávísir føroyingar, sigur Olaf Johannessen.

Stuðlar listaboykottinum

Føroyski sjónleikarin fekk herfyri handað Mentanarvirðisløn Landsins. Hann er eisini partur av listaboykottinum móti Tjóðpalli Føroya.

Tað kann tykjast lætt at boykotta eitt arbeiðspláss í einum landi, har tú ikki sjálvur arbeiðir. Men sjálvur sær Olaf Johannesen sín leiklut í stríðnum sum ein, ið kann stuðla hinum leikarunum í Føroyum.

Sí alla sendingina Lyst 49

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Nýggjastu sendingar í SV