Rani endaði á 42. plássi

Rani endaði á 42. plássi
Rani Allansson Dalsgarð endaði á 42. plássi á gólvinum, tá hann kappaðist í HM í amboðsfimleiki í Japan um vikuskiftið. Hann hevði sett sær hægri mál, men er nøgdur kortini
21.10.2021 - 17:00

Rani Allansson Dalsgarð hevði ætlanir um at røkka upp á 14 stig og koma í topp-30.

Tað segði hann uppundir HM-kappingina í amboðsfimleiki, sum er í Japan hesa vikuna, har hann umboðaði danska landsliðið á gólvinum. 

Í gjár var føroyski fimleikarin á gólvinum, og úrslitið var 13.5 stig og eitt pláss sum nummar 42 av 102 fimleikarum.

Hóast hetta ikki livdi heilt upp til vónirnar undan kappingini, er Rani Allansson Dalsgarð kortini nøgdur.

 - Kappingin gekk væl, og avrikið var nøktandi, sigur fimleikarin.

 - Eg hevði vónir um eitt betri úrslit, men um eg hugsi um, at eg eri einsamallur avstað og allar koronuavmarkingarnar,  eri eg kortini nøgdur.

Sí seriuna hjá Rana Allanssyni Dalsgarð omanfyri.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216