Hon hevur rist posan við listarverkum í

Hon hevur rist posan við listarverkum í
Fasta framsýningin á Listasavninum er broytt. Fleiri verk eru sloppin við, og Mikines og Ingálvur hava mist sítt tempul
29.01.2021 - 09:47

Karina Lykke Grand, nýggjur stjóri í Listasavninum, hevur sett sítt fingramerki.

Tá korona herjaði í fjør vár, nýtti hon og starvsfólkini høvið at taka øll listarverk á føstu framsýningini niður av vegginum, taka øll verkini í savninum í kjallaranum fram og finna øll verkini, sum eru útlánd aðrastaðni.

Síðani blandaði hon kortini av nýggjum.

Úrslitið er til at eyðsýnt. Fleiri enn hundrað verk fleiri eru sloppin við, fleiri kvinnur er slopnar við og logikkurin koyrir eftir tema heldur enn eftir sjálvum listarfólkinum eina.

Tað merkir millum annað, at Mikines og Ingálvur av Reyni hava mist sítt mauseleum og ístaðin mugu deila veggjapláss við onnur listarfólk.

Sí alla sendingina Lyst 35

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216