Óvissa um svimjingina í heyst

Óvissa um svimjingina í heyst
Um vikuskiftið verður formansfundur í føroyskari svimjing, har støða millum annað skal takast til, hvat verður á svimjiskránni í heyst
07.07.2020 - 17:20

Føroysk svimjing hevur stórar avbjóðingar í løtuni. 

Koronafarsóttin hevur órógvað illa, og tí er ikki greitt, hvussu skráin sær út í heyst.

Kappingar uttanlands avlýstar

Fáar - um nakrar - svimjikappingar uttanlands vera, sum ætlað, sigur Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya. 

Stórur partur av fíggjarætlanini hjá svimjisambandinum verður nýttur til júst kappingar uttanlands, og tí verður peningur tøkur til annað virksemið.

Men júst hvat tað virksemið verður, er ógreitt í løtuni.

Svimjiundirvísing til skúlabørn

Formaðurin í svimjisambandinum vísir tó á, at nógvir skúlanæmingar, sum vórðu sendir til hús í mars, ikki hava fingið nøktandi svimjiundirvísing í fleiri mánaðir. 

 - Í svimjiítróttini hava vit eina heilt aðra uppgávu eisini, og tað er at læra fólk at svimja, so vit sleppa undan druknivanlukkum, sigur Rókur í Jákupsstovu.

 - Vit hava ein árgang, sum er sendur heim, og tí ikki lærur at svimja. Vit mugu hava tey aftur í hylin, og vit mugu læra tey at svimja. Tey kunnu ikki hava hetta holið í sínum førleikum, sigur formaðurin við 3-2.

Tað er eitt av málunum, sum Rókur í Jákupsstovu fer at taka fram saman við føroysku svimjifeløgunum um vikuskifti.

 



 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andaktin
175305
Mánadag 20. mai
Andaktin
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269