LSH: Fáa hálva millión í part at listprýða bygning

LSH: Fáa hálva millión í part at listprýða bygning
Eingi ítøkilig framleiðslukrøv eru ásett í sáttmálunum, sum trý listarfólk hava gjørt við Landsverk um at listprýða H-bygningin á Landssjúkrahúsinum
22.02.2019 - 13:06

Tilgongdin at listprýða nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum hevur verið heldur øðrvísi enn vanligt.

Sáttmáli varð gjørdur við trý listarfólk um at listprýða bygningin, áðrenn bygningurin varð liðugur.

 Vit halda, at tað hevur størri møguleika at implimentera [red. listina] í bygningin - eisini brúkaran, sigur Bárður Dam í Baianstovu, arkitektur hjá Landsverki og limur í listarbólkinum.

Sáttmáli er skrivaður við Guðrið Poulsen, Sigruna Gunnarsdóttir og Javier Tapia.

Í teimum trimum sáttmálunum bindur Landsverk seg til at rinda listarfólkunum 550.000 krónur + MVG í part; men einki ítøkiligt stendur um, hvat landið fær afturfyri.

Tað merkir ikki, at listarbólkurin ikki veit, hvat hann fær afturfyri.

Listarbólkurin hevur síðani verið í tøttum samskifti við hvørt listarfólk í eini roynd at ítøkiliggera, hvørji listarverk skulu gerast til bygningin.

Sí alla sendingina Lyst

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947
Leygardag 1. juni
Morgunlestur leygardagur 1. juni 2024
175694
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919