Bankastjóri: Keðiligt at listasavnið lá á goymslu

Bankastjóri: Keðiligt at listasavnið lá á goymslu
Banknordik latið Banknordik-savninum góð 600 listaverk at ráða yvir. Tey bestu verkini, sum hanga í høvuðssætinum, sluppu tó ikki við.
13.04.2018 - 20:00

Banknordik lá inni við umleið 900 listaverkum, sum eru keypt upp gjøgnum árini.

Meginparturin endaði á goymslu, tí bankin hevði ikki veggjapláss til tey.

Tí valdi bankaleiðslan at stovna sjálvsognarstovnin, Banknordik-savnið, sum hevur fingið tveir triðingar av verkunum.

- Ásannandi at vit høvdu eina rættiliga stóra goymslu av listarverkum, og at vit tey seinnu árini hava færri og færri deildir, so hildu vit, at tað bleiv nakað negativt at bara hava tað liggjandi í eini goymslu, sigur Árni Ellefsen, stjóri í Banknordik.

Savnið hevur fríar heimildir at selja burturav og keypa nýtt ínn.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947
Leygardag 1. juni
Morgunlestur leygardagur 1. juni 2024
175694
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919
Nýggjastu sendingar í SV