»Í morgin skal tað verða«

bannari
»Í morgin skal tað verða«
Umsorganarheimið fyri heimleys lat upp 15. desember í 2008. Endamálið við heiminum, sum er í Grønulíð, er at geva teimum heimleysu ein virðiligan bú
05.03.2009 - 16:32

Kravt verður ikki av búfólkunum, at tey eru rúsfrí, men ætlanin er, at Grønalíð skal geva teimum høvi til at fáa so mikið skil á lívinum, at tað kanska ber til at sleppa burturúr misnýtlsuni. Tørvurin á einum tílíkum heimi hevur verið stórur, tí tað eru eini 35 fólk heimleys í Føroyum.

Í Grønulíð 3 er bert pláss fyri sjey. Heimið verður fíggjað av Bláa Krossi og av tí almenna. Búfólkini fáa eftirløn, og tá hon verður útgoldin, eru húsaleigan og maturin goldin. Sendingin snýr seg um tríggjar av monnunum, sum búgva í Grønulíð 3.

Vit fylgja teimum í nakrar dagar og fáa eitt innlit í teirra lív, hvørjar dreymar hava teir og hvussu lagar lívið seg, tá tú livir á eggini. Tá er lívið ofta meira ein spurningur um at yvirliva, enn at liva. Lagt til rættis: Eir í Ólavsstovu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216