»Klaksvíksstríðið« (1:2)

bannari
»Klaksvíksstríðið« (1:2)
Sjónvarpsdokumentarur, ið lýsir Klaksvíksstríðið í 1951-1955
25.12.2008 - 21:00

Hvat var tað sum hendi í Klaksvík hesi bæði árini í 50’unum, tá býurin varð settur í undantaksstøðu? Hvat var tað, sum fekk donsku stjórnina at senda bæði politistar og hermenn til Klaksvíkar við skipum, sum høvdu bæði kanónir, riflur og hundar umborð?

Hvat var tað, sum fekk klaksvíkingar at finna fram aftur hjálmar frá krígnum, gamlar riflur og byrsur umframt líggjar og onkra kvísl? Byrjanin til stríðið var, sum tey flestu vita, ein danskur lækni, sum ikki kundi fáa fast starv í Klaksvík, tí hann hevði verið limur í danska nasistaflokkinum eitt skifti undir krígnum.

Hann skyldaði danska læknafelagnum 601 kr. Men hvussu kundu ein so lítil upphædd útvikla seg til eitt so álvarsligt stríð í tvey ár? Nú 55 ár eru liðin, síðani læknastríðið var í Klaksvík, eru at kalla øll farin, sum høvdu høvuðsleiklutirnar í hesi orrustini, men tað eru framvegis klaksvíkingar, sum kunnu greiða frá hesum báðum árunum.

Lagt til rættis: Bergljót D. Hentze og Ólavur Rasmussen.

SÍ EISINI »Klaksvíksstríðið« (2:2)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216