Myndir: 2.062 mótmæli móti staðsetingini

Fyrrapartin fingu Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar kommunu, handaðar 2.062 undirskriftir móti ætlaðu staðsetingini av nýggju kirkjuni á Argjum við Sandá.

Urd Johannesen, sum var ein stigtakarunum til at savna undirskriftir, sigur seg vóna, at kommunan og kirkjuráðið fara at endurskoða staðsetingina.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at málið verður tikið til viðgerðar í kommununi, og fyrsta dagin verður fundur við kirkjuráðið á Argjum.

Hoyr samrøðu við Urd Johannesen í útvarpstíðindunum.

1496282

Hoyr samrøðu við Heðin Mortensen, borgarstjóra, her.

1496303

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera