Mono

Søgan um Black Birds (2:2)
26-02-2021
Árni Andreasen, Óskar Eiriksson, Jóhan Petur Andreasen og Ronny Nielsen greiða frá virknastu tíðini síðst í 70'unum og ígjøgnum øll 80'ini.

Black Birds er ein hin elsti virkni tónleikabólkurin í Føroyum. Bólkurin varð stovnaður í 1974 av tvíburðunum Árna og Marnar Andreasen saman við Óskar Eiriksson.

Skúlavinirnir, Ingvard Johannesen á guitar og Andreas Mouritsen á bass, vóru við tey fyrstu trý árini. Fleiri og skiftandi tónleikarar hava spælt við Black Birds ígjøgnum tíðirnar, men Johan Petur Andreasen, Heini Sivertsen og Ronni Nielsen hava verið við tey flestu árini.

Aðrir solo-gittaristar hava verið Ennur Lamhauge, Ian Leyni og Hildibjartur Hansen. Bass leikarar vóru eisini Christian Andreasen, Gunnar Breckman, Jákup Suni Joensen og Pauli Magnussen. Poul Hansen hevur spælt orgul, og Jákup Olsen er fyri tíðina bass leikari í Black Birds.

Karismatiski oddamaðurin og sangarin, Marnar Andreasen, andaðist tann 18. februar 2017, bert 57 ára gamal. Men hóast tað, hava svørtu fuglarnir ikki givið skarvin yvir, og bólkurin Black Birds spælir enn javnan til dans í Føroyum.

Eyðfinn Jensen hevur lagt til rættis.

Mono

Styttri tónleikasendirøðir og einstakar tónleikasendingar við skiftandi vertum.
Litir í tónleikinum er Mono-sending við hugleiðingum í orðum, litum og tónum.
18-10-2023
Sætti og seinasti partur
11-10-2023
Í hesum fimta parti av minnissending um Waylon Jennings verður greitt frá hansara lívi frá 1985 til 1989.
04-10-2023
Fjórði partur av søguni um Waylon Jennings
27-09-2023
Í hesum triðja parti av minnissending um Waylon Jennings, verður greitt frá hansara lívi frá 1974 til 1978.
20-09-2023
Í hesum næsta parti av minnissending um Waylon Jennings verður greitt frá hansara lívi frá 1966 til 197s
13-09-2023
Í hesum fysta parti av minnissending um Waylon Jennings, verður sagt frá ungdómsárunum og teimum fyrstu upptøkunum við Waylon, til hann flytir til Nashville í 1965.
06-09-2023
Vertur er Tummas Gudmundsen
13-06-2023
Vertur er Tummas Gudmundsen
09-06-2023
Vertur er Tummas Gudmundsen
30-05-2023
Vertur er Tummas Gudmundsen
23-05-2023
Vertur er Tummas Gudmundsen
16-05-2023