Málteigurin

Málbroytingar í føroyskum
20-07-2021
Sendirøð í seks pørtum um málbroytingar í nútíðarføroyskum, frágreiðingar og grundir teirra

Í sendingunum greiðir Hjalmar P. Petersen, professari í málvísindum, frá broytingum í føroyskum, og hví tær henda. Hendan fyrsta sendingin er um málamót og lánorð.

Hjalmar P. Petersen er professari í málvísindum. Umframt at hava lisið á Fróðskaparsetrinum hevur hann lisið málvísindi í Íslandi og á Yale. Hann hevur høvuðsfak í norrønari filologi í Keypmannahavn og hevur skrivað doktararitgerð um kyn sum morfologiska kategori við universitetið í Hamburg.

Harafturat hevur Hjalmar P. Petersen skrivað ymsar greinar og bøkur um føroyskt til dømis Føroysk mállæra 1, 2 og 3.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Navnorð, sum fáa ð sum ending, kunnu bara vera hvørkikyn. Er talan um kallkyn og kvennkynsorð við ð, er ð-ið partur av orðinum sjálvum - ikki sum ending
13-02-2023
Tað er einki galið við at brúka orðið, røðari, fyri rógvara, tí røðari er gamalt, føroyskt orð fyri rógvara
06-02-2023
Vit hoyra næstan ikki mun á, um mann sigur prestur ella prestir, tí ljóðini viðhvørt eru so veik. Men tað stavast við -ur
30-01-2023
Líka sum vit siga dani ella danskari, svii ella svenskari og rumeni ella rumenari, kunnu vit eisini siga russi ella russari
23-01-2023
Lesiframburður er, tá ið eldri orð, sum vóru til, áðrenn vit fingu stavsetingarreglur, verða framborin, sum tey verða stavað
16-01-2023
Fleiri og fleiri siga mín mamma, men tað eitur mamma mín - ella bara mamma
09-01-2023
Mong siga fyri og eftir jól, men mann kann eisini siga áðrenn og aftan á jól. - Hetta er málburður, sum er góðkendur í nýggjari tíð, sigur Elin Henriksen, málkøn
19-12-2022
Tað er vorðið púra vanligt at siga ert tú samd við mær, honum og teimum, men tað eitur ert tú samd við meg, hann og tey. Við stýrir hvønnfalli, sigur Elin Henriksen, málkøn
12-12-2022
Í sendingini er nýggjur táttur, har vit taka gomul orðatøk upp og greina, hvat tey merkja
05-12-2022
At vera í hóslag við onkrum hevur negativa merking og kann tí ikki brúkast í einum positivum samanhangi
28-11-2022
Á, undir og yvir eru tríggjar av sjey fyrisetingum, sum kunnu taka bæði hvønn- og hvørjumfall. Og so er spurningurin, nær er tað hvat? Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá
21-11-2022
At vera eyðmjúkur merkir at vera lítillátin, og tað hevur øvugta merking av orðinum, errin. Tí gevur tað onga meining at brúka bæði í sama setningi, sigur Elin Henriksen
14-11-2022