Kvørnin

Kvørnin: "Not That Surprised", Jasmin
19-11-2020
Ári Rouch, Ólavur Jóannesarson Hansen og Birgar Larsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.

Fýra sangir á enskum máli eru á EP'ini, "Not That Surprised", sum er tikin upp í heimastudionum hjá bólkinum og í Bloch Studio.

Limirnir í Jasmin hava gjørt løgini í felag, meðan Jasmin Mote, Marianna Nagata og Tamara Meney hava skrivað tekstirnar.

Bólkurin hevur eisini lagt tónleikin til rættis og staðið fyri framleiðsluni við Theodor Kapnas sum samframleiðara

Jens L. Thomsen hevur ljóðblandað sangirnar og Matt Colton masteraði EP'ina.

Tónleikarar í Jasmin eru:
Harald Fonsdal Johannesen, trummir
Bergur Fonsdal Johannesen, bass
Vinjard Egilsnes Petersen, tangentar
Jasmin Mote, sang og kór

Kvørnin

Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti. Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk, ið skiftast um at taka lut. Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.
Birgar Larsen, Malan Eyðunsdóttir og Rannvá Helenudóttir eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
02-03-2022
Sangirnir, ið verða ummældir, eru: "We Both Know" við Tórmóður, "Blátt Myrkur" við Guðrið Hansdóttir og "Passerby" við Elevator Alligator.
02-02-2022
Ingmar Mikkelsen, Malan Eyðunsdóttir og Ári Rouch ummæla hesaferð "Crossing" við Horrse í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
26-01-2022
Ólavur Jóannesarson Hansen, Rannvá Helenudóttir og Hergeir Eldevig eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
19-01-2022
Tikið verður saman um tónleikaárið 2021 saman við Ára Rouch, Ólavi Jóannesarson Hansen, Hergeir Eldevig og Ingmar Mikkelsen
31-12-2021
Urd Johannesen, Ólavur Jóannesarson Hansen og Ingmar Mikkelsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
01-12-2021
Ólavur Jóannesarson Hansen, Holgar Johannesen og Ári Rouch eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
24-11-2021
Ólavur Jóannesarsson Hansen, Malan Eyðunsdóttir og Holgar Johannesen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
03-11-2021
Ólavur Jóannesarson Hansen, Malan Eyðunsdóttir og Ári Rouch eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
27-10-2021
Hesaferð eru Rannvá Helenudóttir, Hergeir Eldevig og Birgar Larsen ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
20-10-2021
Ingmar Mikkelsen, Malan Eyðunsdóttir og Holgar Johannesen ummæla EP'ina "World Out There" við Beinir, sum varð givin út tann 28. maj í ár
06-10-2021
"My Place" við High Moon, "Unicorn" við Ester Skála og "Play the Blame" við Lover Lover verða ummæld í Kvørnini hesaferð
29-09-2021