- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hyggjuráðið
Skaldsøgurnar hjá Jane Austin eru fleiri ferðir vorðnar tillagaðar til film og sendirøðir.
Ofta verður roynt at flyta søgurnar yvir í samtíðina, har ein nýtulking kann roynast.
Filmurin “Emma”, eftir fotografinum og debut-leikstjóranum Autumn De Wilde, heldur seg tó til eina meira klassiska forteljing, har ein røð av ungum sjónleikarum sleppa at royna seg í einum sonevndum kostumé-dramady.
Hyggjuráðið
Hyggjuráðið er ummælarasending í sjónvarpinum, har alskyns livandi myndir verða lagdar undir sjóneyku.
Hyggjuráðið ummælir filmar, sendirøðir, dokumentarar, stuttfilmar og mangt annað gott – bæði føroyskt og útlendskt.
Ummælaramanningin verður væl blandað bomm av filmglaðum og kønum fólki, ið kína og kritisera aktuellar livandi myndir saman við vertinum, Pæturi Marjunarson Dahl. Hyggjuráðið gevur hyggjuráð at hyggja eftir!