- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hyggjuráðið
Adam Sandler er mest elskaður og hataður fyri sínar mongu skemtifilmar og skemti-sendingina Saturday Night Live, men í 2002 tók hann øll á bóli við einum rimmar sjónleikaraavriki í dramafilminum "Punch Drunk Love" eftir Paul Thomas Anderson.
Nú, 17 ár seinni, hevur Adam Sandler so aftur ein álvarsaman leiklut í ørkymlandi dramafilminum “Uncut Gems”. Tað eru beiggjarnir, Josh og Benny Safdie, sum hava leikstjórnað og skrivað handritið til filmin.
Hyggjuráðið
Hyggjuráðið er ummælarasending í sjónvarpinum, har alskyns livandi myndir verða lagdar undir sjóneyku.
Hyggjuráðið ummælir filmar, sendirøðir, dokumentarar, stuttfilmar og mangt annað gott – bæði føroyskt og útlendskt.
Ummælaramanningin verður væl blandað bomm av filmglaðum og kønum fólki, ið kína og kritisera aktuellar livandi myndir saman við vertinum, Pæturi Marjunarson Dahl. Hyggjuráðið gevur hyggjuráð at hyggja eftir!