Netanyahu: Ísrael fer inn í Rafah - sama um vápnahvíld verður ella ikki

Netanyahu: Ísrael fer inn í Rafah - sama um vápnahvíld verður ella ikki
Ísraelski forsætisráðharrin sigur, at farið verður inn í sunnara part av Gasa at gera enda á Hamas
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
30.04.2024 - 13:44

Ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu sigur, at Ísrael fer inn í Rafah við ella við ongari avtalu um vápnahvíld. 

Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.

- Eingin onnur loysn er at enda kríggið, uttan at vit hava rokkið okkara málum, sigur Netanyahu, sambært Reuters.

Netanyahu sigur eisini, at farið verður inn í sunnara part av býnum í Gasa at gera enda á Hamas, sama um vápnahvíld verður ella avtala um at lata gíslar leysar.

Hamas skal hava fingið uppskot, har talan er um vápnahvíld í 40 dagar, treytað av, at allir gíslar í Gasa verða latnir leysir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Fríggjadag 17. mai
«Elska tit meg, tá haldið boð míni!»
175214
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Fríggjadag 17. mai
Morgunlestur fríggjadagur 17. mai 2024
174857
Nýggjastu sendingar í SV