KÍF-liðskiparin: "Hetta hevur alt at siga fyri hondbóltin í Kollafirði"

KÍF-liðskiparin: "Hetta hevur alt at siga fyri hondbóltin í Kollafirði"
Tony Weyhe, liðskipari í KÍF, undirspældi ikki týdningin av, at KÍF í gjárkvøldið megnaði at spæla seg í FM-finaluna í manshondbólti
Mynd: savnsmynd  
 
19.04.2024 - 08:26

"Ein fantastisk kensla," staðfesti KÍF-liðskiparin Tony Weyhe eftir spennandi triðju hálvfinaluna móti VÍF í gjárkvøldið, tá kollfirðingar spældu seg í FM-finaluna við 21-20 sigri á vestmenningum.

Triðja hálvfinalan var bæði dramatisk og spennandi, og tað var ikki fyrr enn í triðsíðsta sekundi, at Tony Weyhe fekk skotið avgerandi málið. 

"Hetta hevur alt at siga fyri hondbóltin í Kollafirði. Hondbólturin er hjartað í Kollafirði, og mann sær, hvussu tað savnar bygdina."

 

Verjurnar vera avgerandi

Í FM-finaluni standa hoyvíkingar og bíða eftir kollfirðingum, og Tony Weyhe væntar sær eins harðar og spennandi finalur, sum hálvfinalurnar móti VÍF. 

"Tað eru marginalar, ið avgerða dystin í dag, og tað kundi líka so væl verið VÍF sum stóð í finaluni, men vit vilja tað veruliga í dag."

Tony Weyhe væntar, at tað verða verjurnar, ið fara at avgera, hvør vinnur FM.

"Tað eru tvær verjur, ið ikki lata nógv mál inn," staðfesti KÍF-kempan. 

Tony_Weihe_19042024

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418