Nú kemur skaðanevnd í ferðslumálum

Nú kemur skaðanevnd í ferðslumálum
Endamálið við skaðanevndini er at samskipa kanningar, tá ferðsluvanlukkur henda
Skaðanevndin skal finna orsøkina til ferðsluvanlukkur og fyribyrgja, at ferðsluvanlukkur henda aftur. (Savnsmynd)
 
10.04.2024 - 08:12

Ein skaðanevnd í ferðslumálum er á veg.

Pengar eru í fíggjarlógini, og arbeiðið er byrjað at gera lóg.

Tað segði Dennis Holm, landsstýrismaður, á aðalfundinum hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd.

Endamálið við skaðanevndini er at samskipa kanningar, tá ferðsluvanlukkur henda.

Ráðið fyri ferðslutrygd hevur fingið 200.000 kr. til skaðanevndina.

Ráðið hevur í nógv ár viljað havt hesa nevndina.

Skaðanevndin skal finna orsøkina til ferðsluvanlukkur og fyribyrgja, at ferðsluvanlukkur henda aftur.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV