- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggi skannarin tikin í nýtslu um mánaðarskiftið
Nýggi skannarin tikin í nýtslu um mánaðarskiftið
CT-skannarin kemur aftrat 12 ára gamla skannaranum, sum Landssjúkrahúsið hevur frammanundan
09.04.2024 - 08:21
Landssjúkrahúsið fær nýggjan CT-skannara í dag.
Talan er um spildurnýggjan skannara, sum kemur aftrat 12 ára gamlan skannaranum, ið Landssjúkrahúsið hevur frammanundan.
- Og munur er á, sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum:
09042024_Steinar_1
Steinar Eirikstoft er forstjóri í Sjúkrahúsverkinum.
Skannarin verður koyrdur inn á Landssjúkrahúsið í morgun, og tí er ferðslan við høvuðsinngongdina á Landssjúkrahúsinum avmarkað til klokkan 11 fyrrapartin.
Ætlanin er, at nýggi skannarin skal takast í nýtslu um mánaðarskiftið:
09042024_Steinar_2
Á Klaksvíkar sjúkrahúsi byrjar arbeiðið at byggja kabinuna til nýggja MR-skannaran í næstu viku.
Tveir serfrøðingar frá Siemens standa fyri byggingini, skrivar Klaksvíkar sjúkrahús á Facebook.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV