Nótaskip mótmælir ætlan hjá landsstýrismanninum um felagskvotu

Nótaskip mótmælir ætlan hjá landsstýrismanninum um felagskvotu
Felagið sigur, at hetta brýtur við søguliga kvotabýtið, og heimild er ikki fyri tí
Birita er eitt av nótaskipunum. (Savnsmynd)
 
09.04.2024 - 17:00

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum Dennis Holm hevur ikki heimild at taka burtur av svartkjaftakvotuni hjá verandi uppsjóvar- og ídnaðarskipum, til at skipa eina felagskvotu.

Tað sigur áhugafelagsskapurin hjá nótaskipunum í hoyringssvari til ætlanirnar hjá landsstýrismanninum.

Ætlanin er við kunngerð at skipa eina felagskvotu upp á 35.000 tons í ár, men hetta brýtur við søguliga kvotabýtið, og heimild er ikki fyri tí, sigur Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum Nótaskip.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

09042024_Jogvan_Jesp

 

Jógvan Jespersen er stjóri í felagnum Nótaskip.

 

Føroyska svartkjaftakvotan í ár er 543.000 tons.

Broytingin, sum landsstýrismaðurin ætlar at gera, ber í sær, at øll, sum hava rætt at fiska svartkjaft, kunnu fiska av felagskvotuni á 35.000 tons, treyað av at tey hava brúkt aðrar tillutaðar kvotur av svartkjafti í 2024. 

Hvørt skipið kann tó í mesta lagi fiska 2.500 tons av felagskvotuni.

 

Sí hoyringarskrivið her. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV