EM er ein stór avbjóðing

EM er ein stór avbjóðing
Tað fer at hava stóra ávirkan á dagliga arbeiðið í Hondbóltssambandinum árið út, at kvinnulandsliðið síðst í novembur skal til EM-endaspælið.
Hóast Maria Pàlsdóttir Nólsoy og hinar á føroyska kvinnulandsliðnum máttu lúta fyri Íslandi, rakk samlaða avrikið til eitt EM-atgongumerki
Mynd: Kristján Orri/HSÍ  
 
08.04.2024 - 17:20

Tað kostar at spæla góðan hondbólt, og tá ið landsliðini koma til endaspølini, er fíggjarliga avbjóðingin beinanvegin munandi størri enn annars.

- Vit koma nú at arbeiða hetta árið fyri at fáa alt upp á pláss og gera neyðugu fyrireikingarnar, nú kvinnurnar skulu spæla EM, sigur Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandinum.

Hann væntar, at ein partur av fyrireikingunum verður at fáa í lag onkrar venjingardystir, so kvinnurnar kunnu fáa fleiri dystir í hendurnar áðrenn sjálvt endaspælið.

Kann gerast nógv dýrari
- Vit hava nógvar og góðar stuðlar, og teir fara vit helst at tosa við eina ferð aftrat, men annars fer umsitingin saman við starvsnevndini at hyggja at fíggjarstøðuni og teimum møguleikum, ið eru, so tað skal bera til at fíggja økta virksemið.

Um ein mánað skal manslandsliðið spæla tveir “play-off” dystir ímóti Norðurmakedonia um at koma við til HM-endaspælið, og eydnast tað, økjast útreiðslurnar munandi.

Har er tað nevniliga so, at samanborið við eitt EM-endaspæl, so halda liðini, sum í fyrsta umfari verða útsligin í HM, fram at kappast um tær ymsu plaseringarnar.

Tí verður tað undir øllum umstøðum nógv dýrari fyri Hondbóltssambandið, um kvinnurnar fyrst skulu til EM og menninir síðan til HM – alt innan fyri nakrar fáar vikur um ársskiftið.

Hoyr útvarpssamrøðu við Andrass Thomsen her:

Andrass-Thomsen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216