Hálvt ár við kríggi í Gasa

Hálvt ár við kríggi í Gasa
Í dag er hálvt ár síðan Hamas framdi yvirgangsálop á Ísrael. Síðan tá hevur kríggj valdað í Gasa
Støðan í Gasa er út av lagi vánalig, nú kríggið hevur vart í eitt hálvt ár
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.04.2024 - 11:11

Í dag er hálvt ár síðan Hamas framdi yvirgangsatsókn móti Ísrael. 

Tað var tann 7. oktober í 2023, at Hamas-limir úr Gasa-geiranum framdu yvirgangin, sum kravdi 1.139 mannalív, umframt at 253 fólk vórðu tikin sum gíslar.

Ísrael svaraði aftur við hermegi, og greiði boðskapurin var, at nú skuldi Hamas berjast niður einaferð með alla.

Seinasta hálva árið hevur krígsstøða valdað í Gasa-geiranum, og meir enn 33.000 fólk hava latið lív í stríðnum, umframt at fleiri túsund onnur eru horvin undir húsaleivdum og allarhelst eru deyð.

Sambært felagsskapinum Save The Children eru nærum 14.000 av teimum 33.000 deyðu í stríðnum børn.

ST sigur, at Gasa nú er á markinum til hungursneyð, sum fer at raka øll, sum búgva í økinum. Tað eru 2,3 milliónir fólk.

Av teimum 253 fólkunum, sum vórðu burturflutt í yvirgangsatsóknini 7. oktober, eru 130 ikki komin afturíaftur. Hildið verður, at umleið 95 av teimum framvegis eru á lívi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216