Undirskrivað sáttmála um turrdokk á Skála

Undirskrivað sáttmála um turrdokk á Skála
Við nýggju turrdokkini kunnu munandi størri skip takast upp á Skála
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Petur Háberg, nevndarformaður í Mest, og Mouritz Mohs, stjóri í Mest
Mynd: Runavíkar kommuna  
 
06.04.2024 - 10:58

Í gjár skrivaðu Mouritz Mohr, stjóri í Mest, Petur Háberg, nevndarformaður, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, undir avtalu um ætlan at gera nýggja turrdokk og at byggja út havnarlagið á Skála. Tað skrivar heimasíðan hjá Runavíkar kommunu.

Talan er um fyribils avtalu um framtíðar skyldur, ið verður brúkt sum útgangsstøði undir einum leigusáttmála fyri økið, sum partarnir fara at gera sínámillum, tá sundurmatrikulering o.a. er avgreitt.

Taka størri skip

Við nýggju turrdokkini kunnu munandi størri skip takast upp á Skála. Nýggj bryggja verður gjørd eystari enn tann, sum nú er, so at skip sum stinga upp til 12 metrar kunnu liggja við bryggju - framvið atløgusíðuni og í dokkini.

Men fyrst skulu avvarðandi myndugleikar góðkenna verkætlanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216