Slógv fer at skapa vinnu og arbeiðspláss á landi

bannari
Slógv fer at skapa vinnu og arbeiðspláss á landi
"Kravið um, at alt av fiskinum skal til lands, fer sum frá líður at útvega vinnu og arbeiðspláss á landi," sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Mynd: Bjarni Á. Rubeksen  
 
02.04.2024 - 07:05

Tá virki á landi vilja keypa slógvið, kemur prísurin fyri tað eisini, og tá fer tað at loysa seg hjá skipunum at taka alt av fiskinum við til lands. 

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, um kunngerðina um, at alt av fiskinum skal til lands. 

"Kravið um, at alt av fiskinum skal til lands, fer sum frá líður at útvega vinnu og arbeiðspláss á landi. So tað er fyri at skapa vinnu og arbeiðspláss á landi, at alt av fiskinum skal til lands," sigur hann. 

Hanus Hansen, reiðari, ger vart við, at fleiri av hansara skipum verða løgd, um kunngerðin kemur í gildi 1. juni. 

Men skipini, sum ikki eru egnað til at føra alt til lands, og heldur ikki fáa nakran prís fyri slógvið, fáa ikki pengar úr landskassanum, sigur landsstýrismaðurin. 

 

1664167

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211