Badminton: Tríggir nýggir FM-finalistar

Badminton: Tríggir nýggir FM-finalistar
Bert Miriam í Grótinum megnaði at endurvinna plássið í FM-finalunum í badminton, har Fai Yin Wong, Rúni Øster og Sanna Thorkildshøj vera at síggja fyri fyrstu ferð
Miriam í Grótinum er aftur í finaluni hjá kvinnum í ár
 
02.04.2024 - 13:00

Tríggir spildurnýggir finalistar vera á gólvinum, tá spælast skal um føroyameistaraheitið í badminton næsta leygardag.

Fai Yin Wong, Rúni Øster og Sanna Thorkildshøj - øll úr Havnar Badmintonfelag - vunnu sær finalupláss í einmansleiki fyri fyrstu ferð.

Í mun til í fjør var tað bert Miriam í Grótinum, sum endurvann finaluplássið.

Bæði Fai Yin Wong og Rúni Øster hava vunnið FM-finalur í bæði tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki, men hetta er fyrstu ferð, at teir báðir skulu dystast um føroyameistaraheitið í einmansleiki hjá monnum.

Sanna Thorkildshøj fær torføra uppgávu ímóti Miriam í Grótinum, sum hevur spælt í Danmark seinastu árini.

Kontrast FM, har finalurnar í badminton, borðtennis og judo verða spældar, verður næsta leygardag. Kontrast FM verður víst beinleiðis í sjónvarpinum hjá KVF.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418