47 í lagi men ikki tríggir

47 í lagi men ikki tríggir
Tríggir koyrdu, hóast teir høvdu tikið rúsevni sambært royndunum hjá politinum
Summi koyra bil, hóast tey brúka rúsevni, sigur politiið.
 
31.03.2024 - 09:51

Í gjár steðgaði politiið 47 bilum, 12 í Sandoynni og 35 á Glyvrum.

Men eingin bilførari bleiv skrivaður.

Eingin var ávirkaður, hvørki av rúsdrekka ella av rúsevnum.

Og onnur viðurskifi vóru eisini í lagi, bæði hjá bilførarum og bilum.

Men í Havn vóru tveir bilførarar skrivaðir og ein í Norðoyggjum, tí royndin vísti, at teir vóru rúsevnisávirkaðir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947
Leygardag 1. juni
Morgunlestur leygardagur 1. juni 2024
175694
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919
Nýggjastu sendingar í SV