Eftirmeta tunnilsvenjing

Eftirmeta tunnilsvenjing
Venjingin í Vágatunlinum í gjár gekk væl, og hon verður eftirmett eftir páskir, sigur Uni Danielsen, tunnilsstjóri
Uni Danielsen, tunnilsstjóri, letur væl at venjingini í Vágatunlinum í gjár, hóast veðrið spældi teimum eitt puss, tí flogførini lendu seinni enn ætlað
 
22.03.2024 - 20:04

70 fólk vóru við í venjingini.

Hetta eru fólk frá løgregluni, sløkkiliðum, Landssjúkrahúsinum, og so vóru eisini sjálvboðin við. 

Veðrið í gjár gjørdi, at flogfør hjá Atlantic Airways vóru seinkað.

Venjingin var annars løgd eftir ferðaætlanini hjá flogførunum.

Fólk, sum komu við flogfari, noyddust tí at bíða til klokkan 19.20, tá aftur var koyrandi í tunlinum.

Flogførini lendu klokkan 17.09 og 17.30.

Slíkar venjingar skulu vera fimta hvørt ár.

Venjing verður ikki fyrr enn næsta ár í Norðoyatunlinum.

Uni Danielsen sigur, at royndirnar, sum sløkkiliðið í Klaksvík fær, nú venjing verður í nýggju tunlunum norður um Fjall, kunnu eisini brúkast í Norðoyatunlinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418