5G: Nema bíðar eftir góðkenning frá Samsung

5G: Nema bíðar eftir góðkenning frá Samsung
Sambært samstarvsavtaluni millum Føroya tele og Nema, sum Kappingareftirlitið hevur góðkent, tendra veitararnir 5G samstundis
Farnetið er skift frá Huawei til Ericsson, men enn er 5G-netið ikki sett til, m.a. tí at Nema bíðar eftir góðkenning frá Samsung. (Svanmsynd)
 
19.03.2024 - 14:32

- Tað gongur rætta vegin, og vit leggja stórt trýst á tey. Í gjár søgdu tey, at tey fóru at koma við einum degi.

Tað sigur Gudny Langaard, stjóri í Nema, um Samsung og 5G.

5G verður ikki sett í gildi í Føroyum, fyrr enn Nema hevur fingið góðkenning frá Samsung.

 

Gudny Langgaard er stjóri í Nema.

 

Farnetið skift

18. januar segði Føroya tele í tíðindaskrivi, at verkætlanin hjá Føroya tele at skifta alt farnetið frá Huawei til Ericsson var komin á mál, og Nema var nú knýtt í sendistøðirnar. 

Í fyrstu atløgu hava kundar hjá báðum veitarunum atgongd til 4G, 3G og 2G, men ikki 5G, var sagt.  

Sambært samstarvsavtaluni millum Føroya tele og Nema, sum Kappingareftirlitið hevur góðkent, tendra veitararnir 5G samstundis. 

- So skjótt sum góðkenningin er komin frá Samsung, koma vit við einari fráboðan, sigur Gudny Langaard.

Nær tað verður, veit hon ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV